Angry Birds mennarin á TONIK 2024

Finski spælmennarin og íverksetin, Peter Vesterbacka, heldur fyrilestur

Fríðmundur Nattestad
7. apríl 2024 kl. 17:00

Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum í Havn 3. mai 2024.

Endamálið við ráðstevnuni er at føroyska tøknivinnan og íverksetarar fáa ein kveikjandi og savnandi pall, við beinleiðis íblástri frá fremstu føroysku og útlendsku serfrøðingunum, royndum fyritøkum, íverksetum og íleggjarum. Ráðstevnan er eisini ætla til knýta sambond og at deila vitan.

25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan og íverksetan.

Ein av hesum fyrilestrarhaldarunum er Peter Vesterbacka. Peter er íverkseti úr Helsinki í Finlandi og er serliga kendur fyri at menna spøl til fartelefonir, har tað kendasta spælið er Angry Birds, og tí er hann eisini kendur undir navninum “Mighty Eagle”.

Petur gjørdi Angry Bird til ein "franchise" og gjøgnum hetta royndi hann at læra við hjartanum, sum er ein av grundsteinunum í øllum, hann ger. Peter arbeiðir í dag sum adjunktur og professari á Tongji Universitetinum, eitt av leiðandi universitetunum í Kina.

Peter hevur verið við til at byggja upp fleiri branding felagsskapir m.a. HP Bazaar, Mobile Monday og Slush, fyri at nevna nakrar.

Peter verður sæddur sum pápin hjá norðurlendsku start up kollveltingini.

Í 2016 byrjaði Quit Rovio, (Spælifelagið handan Angry Birds), teirra egnu útbúgvingar verkætlan, Lightneer.

Við Lightneer strembar Peter seg eftir at brúka cool og nýskapandi spøl til at gera útbúgving og læring stuttliga og tiltalandi fyri børn. “Munurin millum læring og útbúgving er meira avgerðandi enn nakrantíð. Um tú ikki hevur tað stuttligt meðan tú lærir, so er ongin útbúgving”, sigur Peter.

Endamálið við Lightneer er at gera læring so stuttliga sum bestu spølini í heiminum. “Tað er so, at øll evni kunnu gerast til eitt spæl. Atom alisfrøði kann man læra gjøgnum Pokemon,” sigur Peter.

Peter trýr á tey trý E`ini Education, Entrepreneurship og Entertainment – saman. (Útbúgving, Íverksetan og Undirhald – saman), hann sigur, at man skal skapa eina útbúgvingarskipan, sum eggjar til íverksetan. Ikki gera eina útbúgvingarskipan, sum bara biður teg minnast til ting, men eina skipan, sum eggjar teg til at hugsa og menna.

Fyrilesturin hjá Peter er viðkomandi fyri allar útbúgvingarstovnar og inspiratión til at læra børn á ein nýggjan hátt við hjálp av tøkni og spølum.

Les meira um ráðstevnuna á tonik.fo