Mennarin av Angry Birds helt fyrilestur til Tonik
Finski spælmennarin tosaði um týdningin av at ikki geva upp
Fríðmundur Nattestad
3. mai 2024 kl. 13:05
Finski Peter Vesterbacka helt í morgun ein áhugaverdan fyrilestur í Kongshøll í Silo til árliga Tonik tiltakið.
Spælmennarin er mest kendur fyri at vera ein av mennarunum handan heimskenda spælið Angry Birds.
Vesterbacka greiddi frá sínari søgu, og um hvussu tøknin og spælmentan sum heild eru broytt seinastu mongu árini. Hann tosaði eisini um hvussu týdningarmikið tað er, sum íverkseti, at ikki geva upp, tá okkurt ikki riggar, men at vera áhaldin.
Peter Vesterbacka er eisini sera aktivur í finska íverksetaraumhvørvinum, og nevndi hvussu stóran týdning tað hevur at skipa fyri ráðstevnum sum Tonik, fyri at menna íverksetaraumhvørvið í einum landi.