Landsrætturin skal frá í dag av taka støðu til eitt mál, har tveir menn í fjør vórðu dømdir fyri at hava stuðlað Islamiskum Stati (IS). Tað skrivar Ritzau.
Mennirnir, ið eru ávikavist 30 og 32 ára gamlir, krevja at verða frídømdir fyri at hava stuðlað IS, tá teir í juli 2014 ferdaðust til Sýria og fóru beint til eitt øki, ið IS ráddi yvir.
Afturat tí avgjørdi rætturin í Aarhus í fjør heyst, at tann 30 ára gamli árið eftir royndi at sleppa inn í Sýria, og fara uppí yvirgangsbólkin.
Sambært Lars Thousig, sum er verji hjá eina manninum, Abdalrahman Salem El-Haj, hevur ákærumyndugleikin góðtikið, at hansara klientur bleiv frídømdur fyri at fara uppí IS í 2014 í býrættinum.
Í staðin vil ákærumyndugleikin millum annað herða revsingina fyri tann partin av ákæruni, ið snýr seg um, at hann royndi at fara uppí IS, skrivar Ritzau.