Í fjør rakti ein hættislig lungnapestsjúka oyggjasamfelagið Madagaskar, ið liggur eystan fyri Afrika. Vandamikla sjúkan spjaddi seg í oktober 2017 við nógvari ferð millum oyggjarnar. Serliga ørkymlandi var, at hon hevði funnið sær veg inn í tættbygda høvuðsstaðin Antananarivo, ið hevur 1,6 milliónir íbúgvar.
Longu í november, ein mánað eftir at pestsjúkan varð staðfest, boðaði Alheimsheilsustovnurin WHO frá, at tað var eydnast teimum at basa sjúkuni. Hetta bar til, tí ógvuliga mong løgdu nógv fyri í hjálpararbeiðnum – og millum teirra var ein bólkur av motorsúkklumonnum, ið spældu ein týdningarmiklan leiklut.
Jose Rovira Vilaplana og starvsfelagar hansara fingu hugskotið at leiga staðkendar menn við motorsúkklu og læra teir at koyra við vandamiklum evnum. Á henda hátt kundu tey stytta um tíðina tað tók frá, at ein blóðroynd varð tikin til hon kom á kanningarstovuna hjá WHO. Áður tók ein tílík mannagongd fleiri dagar, men við royndu motorsúkkluboðunum snúði tað seg bert um fáar tímar.
Jose Rovira Vilaplana starvast sum ábyrgdarleigari hjá WHO í Antananarivo, og hevur seinastu árini fingist við at basa sjúku í landinum. Hann er væl nøgdur við nýggju mannagongdina og greiðir frá: “At gerast pestsjúkur í lungunum er sera vandamikið – sjúkan kann taka lívið av tær innan tvær vikur. Tí er tað av alstórum týdningi, at vit kunnu seta eina diagnosu á kanningarstovunum so tíðliga sum til ber."
Nýggja mannagongdin ger tað møguligt hjá sjúklingum at koma skjótari í viðgerð og økir líkindini at koma frá sjúkuni við lívinum. Harumframt kunnger hon, hvussu mong eru smittað og hvar tey búgva. Henta vitanin ger tað møguligt at steðga smittuni við at geva fyribyrgjandi heilivág til familju og kenningar hjá teim sjúku, umframt til tey, ið búgva í grannalagnum.
Pestsjúkan var sum ringast í oktober í fjør, og bert ein mánað seinni kom talið á smittaðum niður á null. Men hóast tað eydnaðist at basa hættisligu sjúkuni á hesum sinni, so livir bakterian Yersinia Pestis enn í øllum góðum á Madagaskar. Tað er beinleiðis alkunnugt millum íbúgvarnar, at hvørt ár frá september til apríl er pest-sesong í landinum. Lokala heilsumálaráðið og WHO eru sostatt farin undir at fyrireika, hvussu nýggja mannagongdin kann mennast enn meiri og nýtast frameftir.
Sambært kanningum hjá WHO kenna íbúgvarnir á Madagaskar seg – fyri fyrstu ferð í mong ár – til reiðar at bjóða heystinum vælkomnum.