Melvin Kakooza skuldi taka yvir sum vertur á "X Factor", nú Sofie Linde, sum hevur verið vertur seinastu árini, fer í barnsburðarfarloyvi.
Melvin Kakooza hevur eisini verið á skíggjanum saman við Sofie Linde í samband við tey bootcamps, sum luttakararnir eru á, áðrenn teir endaliga verða úttiknir at luttaka í live shows.
Men dámligi skemtarin og sjónleikarin, sum skuldi standa einsamallur í leiklutinum sum vertur, nú live shows byrja fríggjadagin, trekkir seg sum vert. Melvin Kakooza hevur verið illa fyri seinastu tíðina og orsøkin vísir seg at verða ein heilasvullur. Svullurin vísir seg at verða góðkynjaður.
TV2, sum framleiðir "X Factor", fer sum skjótast at kunngera hvør tekur yvir sum vertur.