- Hetta er eitt tilboð til allar føroyingar. Eitt tilboð um at læra at fata tónleik. At skilja tónleik er eins og at duga eitt nýtt mál. Mín vón er, at føroyingar taka væl ímóti hesum tilboði.
Í dag kundi Rigmor Dam, landsstýriskvinna við menta- og kenslumálum, geva eina gávu til alt Føroya fólk. Nevniliga eitt tilboð um, at ein og hvør borgari í landinum kann fáa ókeypis atgongd til eina heimasíðutænastu, sum gevur innlit í tann heim, sum eitur tónleikur.
Eins og tá avtala var gjørd við Sprotan um at geva øllum føroyingum ókeypis atgongd til tænastuna, hevur Mentamálaráðið gjørt avtalu við fronsku nettænastuna meludia.com um at allir føroyingar fáa ókeypis atgongd.
- Avtala er gjørt fyri trý ár, og tá tey árini eru farin, fáa vit at síggja, um áhugin og møguleiki er at halda fram við avtaluni, segði Rigmor Dam á tíðindafundi seinnapartin.
Tilvildarliga til Føroya
Tað er rættiliga tilvildarligt at Meludia hevur funnið fram til Føroyar, og at Føroyar nú verða fjórða landið eftir Estland, Malta og Kanada, sum gevur øllum borgarum landsins atgongd til tónleikaliga ríkidømið við hesi tænastuni.
Varastjórin fyri Meludia, Kevin Kleinmann, vitjaði í Føroyum síðsta summar. Her kom hann í samband við føroying, sum sá stórar møguleikar í skipanini, hann arbeiðir við. Samband varð tikið upp við Sunnleif Rasmussen, sum síðan fór í Mentamálaráðið við hugstkotinum.
Nú er Sunnleif ambassadørur fyri Meludia í Føroyum, skipanin er umsett til føroyskt av Ísak Sambleben, Sámal Matras Kristiansen hevur rættlisið, og trý ára avtala er gjørd við Mentamálaráðið. Hanna Jensen, tingkvinna og franskur konsul í Føroyum hevur eisini havt ein leiklut í at streingja á at fáa skipanina til Føroyar.
- Ger okkum til betri fólk
Tá Malta gjørdi tað sama í 2016 fór stjórnarleiðarin so langt, tá hann varð spurdur um hví stórnin brúkti pengar upp á slíkt, at hann svaraði:
- Meludia fer at gera okkum til betri fólk.
Skipanin kann brúkast av øllum, óroyndum eins væl og professionellum tónleikarum. Tað eru fleiri kór og symfoniorkestur, sum brúka skipanina fyri at hjálpa við at halda tónleikaførleikanum við líka.
Eitt telduspæl
Meludia er skipað eins og telduspøl, sum vit hava á telefonunum. Ein skal klára eina roynd fyri at koma upp á eitt nýtt støði – ’level’. Tilsamans eru 625 royndir í skipanini. Og er man komin heilt upp á serfrøðinga, er talan um heilt truplar uppgávur. Tað váttar Sunnleif Rasmussen.
- Eg hevði stórar trupulleikar við nøkrum teirra, viðgongur Sunnleif.
Skipanin, sum meludia byggir á stavar frá yvir 30 ára royndum hjá gitna franska tónaskaldinum og námsfrøðinginum, Vincent Chaintrier. Ein av næmingum hansara, Bastien Sannac, sum eisini er við í Føroyum í hesum døgum, sá møguleikar í at víðarimenna skipanina á einum kt-palli.
Síðan hevur Meludia spjatt seg til fleiri hundrað long. Væl etableraðir musikkskúlar og gitin kór og orkestur mæla til at brúka skipanina, sum vanliga kostar 59 evrur um árið at brúka. Føroyar eru, sum sagt, fjórða landið, ið bjóðar øllum sínum borgarum skipanina.
Tá skipanin varð ’leyslatin’í Kanada beint fyri jól, var talan um størstu leyslating av eini undirvísingarskipan, ið nakrantíð varð bjóðað so nógvum fólkum í einum. Tað var Calgary Philharmonic Orlhestra, sum skipaði fyri at allir borgarar í landinum fingu atgongd til skipanina í sambandi við at Kanada hátíðarhelt 150 ár sum sjálvstøðug tjóð.
Hent amboð til viðgerð
Musikalska skipanin hevur víst seg ikki einans at vera til gleði hjá fólki, ið ynskir at víðka sín tónleikaliga sjónarring og musikalsku fatan. Skipanin vísir seg eisini at vera eitt sera hent amboð, eitt nú í viðgerð av menningartarnaðum, dementum eldri fólkum og øðrum, sum eru avmarkað í síni menning.
Meludia verður eisini roynd í fongslum, har hardcore brotsmenn brúka skipanina, og tíðuliga gerast til betri menniskju av at hugsavna seg um tónleikin, sigur Kevin Kleinmann.
Komandi dagarnar fara fraklendingarnir saman við Sunnleif Rasmussen at vitja skúlar og stovnar í Føroyum at greiða nærri frá skipanini og tilboðnum um ókeypis at royna hana í minst trý ár.
Meludia.com finst her. Vel føroysku versjónina og melda teg til. Roynir tú frá eini teldu í Føroyum, er skipanin ókeypis.