Meldaður fyri at skjóta fugl ólógliga

Ein maður er skuldsettur fyri tvey lógarbrot

Áki Bertholdsen
14. august 2024 kl. 07:50

Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at melda, at ein maður hevði skotið ein lóm á vatninum.

Løgreglan hevur tikið ein mann, sum er skuldsettur fyri tvey lógarbrot í hesum sambandi. Í fyrra lagi hevur hann brotið lógina um fuglaveiði og í øðrum lagi hevði hann ikki loyvi at skjóta á annan mans ogn.

Maðurin, sum skeyt, læt lómin liggja, men løgreglan sigur, at ein maður kom fram við akkurát tá ið tað hendi, og hann meldaði.

Maðurin, sum løgreglan fekk fatur á, hevði byrsu í bilinum, og hana varð hald lagt á. Annars noktar hann seg sekan, so tað málið verður viðgjørt sum slík mál annars verða viðgjørd. Annars er vanliga revsingin ein bót og at hald verður lagt á byrsuna.