Fyrrapartin í gjár varð ringt til løgregluna at siga frá, at tey høvdu illgruna um, at ein bilførari koyrdi við kenning í Havn.
Løgreglan sigur, at tey fóru at kanna málið og tað vísti seg at hald var í málinum.
Bilførarin var ávirkaður, so tað varð hann skuldsettur fyri og blóðroynd varð tikin av honum.
Eisini seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at melda eitt óhapp. Óhappið hendi á havnarlagnum í Havn og tá hendi tá ið ein bilførari í persónbili rendi á eitt arbeiðstól.
Løgeglan sigur, at tá ið bilførarin varð kannaður, vísti tað seg, at hann var ávirkaður.
Sostatt er eisini hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og blóðroynd varð tikin av honum.
Í báðum førum var talan um útlendingar. Teir missa sostatt koyrikortið í Føroyum, men tað hevur onga ávirkan á koyrikortið í heimlandinum.
Seinnapartin í gjár varð eisini ein bilførari tikin í Klaksvík. Hann stóð parkeraður, men vitni høvdu sæð hann koyrt. Løgreglan sigur, at tey hava illgruna um, at hann var ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka, og tað verður nú kannað við einum blóðroynd.