Meldaður fyri at koyra skilaleyst í Eysturoyartunlinum

Bilførarin misti koyrikortið á staðnum - og ein annar var á markinum til at missa tað

Áki Bertholdsen
15. januar 2025 kl. 07:52

Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at melda, at ein bilur koyrdi púra skilaleyst í Eysturoyartunlinum, har hann eisini yvirhálaði bilar.

Løgreglan skundaði sær á staðið við ferðmátaranum og stutt eftir koma ein bilur við nógvari ferð. Løgreglan sigur, at hann varð skrásettur at koyra 169 kilometrar um tíman og sostatt varð koyrikortið tikið á staðnum.

Løgreglan sigur, at tí varð hann noyddur at lata bilin standa og at fáa onkran at koma eftir sær og at fáa onkran at koyra sær bilin til hús. Samstundis fekk hann 6.000 krónur í bót.

Í gjárkvøldið varð eisini ein bilførari tikin fyri at koyra alt ov skjótt á landsvegnum uttan fyri Runavík. Hann koyrdi 109 kilometrar um tíman og slapp sostatt akkurát undan at missa koyrikortið. Men eitt klipp fekk hann, umframt eina bót upp á.

Í Sandoynni varð ein bilførari tikin fyri at koyra beint undir 80 í bygdum øki, og sostatt slapp hann akkurát undan at fáa klipp í koyrikortið, men hann fekk so 3.000 krónur í bót.