Meksiko: Drápstalið fyri 2017 methøgt

Í 2017 vóru fleiri enn 29.000 dráp skrásett í Meksiko. Tølini vóru almannakunngjørd av meksikanska innlendismálaráðnum í...

Alda Nielsdóttir
22. januar 2018 kl. 09:01

Í 2017 vóru fleiri enn 29.000 dráp skrásett í Meksiko.
Tølini vóru almannakunngjørd av meksikanska innlendismálaráðnum í gjár og er tað hægsta talið, ið er skrásett, síðan landið byrjaði at skráseta drápstal í 1997, skrivar The Guardian.
Longu í november í fjør varð staðfest, at 2017 hevði sligið gamla metið frá 2011, har talið var 27.213.
Drápstalið varð almannakunngjørt fáar dagar eftir, at amerikanski forsetin Donald Trump pástóð í einari dagføring á Twitter, at Meksiko var tað mest vandamikla landið í heiminum.
Hóast Meksiko hevur ein týðandi harðskapstrupulleika, so er tað sjálvandi skeivt, at Meksiko er vandamiklasta landið í heiminum, sigur Meksikanska uttanríkismálaráðið, sambært Los Angeles Times.

Venezuela og El Salvador sigast at hava fleiri dráp í mun til fólkatal.