Meistaraverk framførd í Føroyum á fyrsta sinni

Um hvítusunnuna vera tvey barokk meistaraverk, sum ikki fyrr eru framførd í Føroyum, framførd í Havn og á Toftum. Talan er um Dixit Dominus hjá Händel og Christ lag in Todes Banden hjá Johan Sebastian Bach

Sveinur Tróndarson
21. mai 2021 kl. 18:00

Leygardagin 22. mai og sunnudagin 23. mai, báðar dagarnar klokkan 16, fara tey bæði høvuðsstaðarkórini, Tórshavnar Kamarkór og Tarira, saman við solistum og orkestri, at framføra tvey barokk meistaraverk, sum ikki fyrr eru framførd í Føroyum.

Tað serstaka er, at bæði verkini eru skrivað í 1707, tá Händel og Bach bara vóru 22 ára gamlir. Händel skrivaði Dixit Dominus, meðan hann búði í Rom eitt skifti, og tað er elsta hondskrivaða verk, sum er til eftir hann.

Talan er um eitt verk, sum er komponerað eftir siðbundnum barokkleisti, tað hevur níggju satsir og er fyri fimmræddað kór, solistar, strúkarar og fylgispæl, skriva kórini í tíðindaskrivi, sum er sent út í samband við hesa tónleikaligu stórhending.

Elsta kantata hjá Bach
Eins og Dixit Dominus er eisini Christ lag in Todes Banden elsta kantata, sum er til eftir Bach.

Ivaleyst er hetta eisini hansara fyrsta kantata, sum er skrivað til páskirnar, og talan er um eina sokallaða koral kantatu, har bæði tekstur og tónleikur eru grundað á ein sálm, sum í hesum føri er ein sálmur við sama heiti, sum Martin Luther hevur gjørt.

Christ lag in Todes Banden hevur átta satsir, har tað fyrsti er ein sinfonia og hinir sjey eru skrivaðir til sjey ørindi úr sálminum.

- Sambært John Eliot Gardiner, ið er Bach-serfrøðingur og dirigentur, er talan um eitt djarvt og nýskapandi tónlistarligt drama, og er hetta fyrsta viðurkenda royndin hjá Bach at tulka orðini gjøgnum tónleikin.

Ungir solistar
Tað eru tey bæði høvuðsstaðarkórini, Tórshavnar Kamarkór og Tarira, sum hava tikið stig til at framføra hesi bæði stórverkini á Hvítusunnu.

Afturat teimum er eitt orkestur við 12 strúkarum og fylgispæli á urgu, og so eru eisini tveir solistar funnir til hesar framførslurnar.

Eins og tónaskøldini vóru ung, tá ið tey skrivaðu verkini, eru høvuðssolistarnir til hesar framførslurnar tveir ungir og gávuríkir sangspírar. Tann eini er 23 ára gamla føroysk-norska Hanne Marit Mordal Iversen, sum á triðja ári lesur útinnandi tónleik á Norges Musikkhøgskole í Oslo.

Hetta seinasta árið hevur hon verið skiftisnæmingur á Hochschule für Musik und Theater München, og hon er limur í nýstovnaða Solistkoret Ung.

Í München hevur Hanne Marit júst sungið leiklutirnar Königin der Nacht og Erste Dame í Gandalfloytuni eftir Mozart, skriva fyrireikararnir.

Hin solisturin er 17 ára gamla Sanna Bæk Hoydal, sum í løtuni gongur á Musikkskúlamiðnámi á Tórshavnar Musikkskúla.

Í fjør var hon á tónleikaeftirskúla í Danmark, og hon hevur longu gjørt vart við seg við tveimum 2. virðislønum í aldursbólkinum 14-18 ár í Stella Polaris-tónleikakappingini í 2019 og 2021.

Byrja í Hátúni
Framførslurnar á Hvítusunnu vera undir leiðslu av Bernharði Wilkinson.

Hann byrjaði sína tónlinstarligu yrkisleið á ungum aldri, sum kórdrongur í Westminster Abbey í London.

Hann tók útbúgving sum floytuleikari á The Royal Northern College of Music í Manchester og tá hann var liðugur fekk hann starv sum 1. floytuleikari í íslendska symfoniorkestrinum.

Hann var ein av stovnandi limunum í Reykjavík Wind Quintet, sum hevur framført ymsastaðni kring heimin, og umframt tað hevur hann stjórnað fleiri kórum í Íslandi.

Í 2009 tók hann við leiðsluni av Tórshavnar Kamarkóri og ta uppgávuna røkir hann enn.

Sum nevnt verður fyrsta konsertin í Tórshavnar Musikkskúla leygardagin klokkan 16, og framførslan har verður í konserthøllini, sum ber navnið Hátún eftir Ólavi Hátún, sála, ið stóð á odda fyri óteljandi mætum kórverkum.

Seinna konsertin verður í Fríðrikskirkjuni sunnudagin 23. mai klokkan 16.