Meistaraspæl verður í Keypmannahavn

FCK tryggjaði sær í Parkini í kvøld pláss í Champions League bólkaspælinum og eyka inntøku á umleið 200 milliónir

Jóannes Hansen
30. august 2023 kl. 22:03

Í morgin fer UEFA at hava lutakast í Monako. Tá verður tað greitt, hvør fer at spæla ímóti hvørjum í teimum trimum bólkaspølunum – í Champions League, Europa League og Conference League.

Í kvøld varð tað greitt, at eitt danskt lið verður í lutakstinum í Champions League kappingini. Tað er FCK, sum við atgongumerkinum til bólkaspælið hevur tryggjað sær eyka inntøku upp á umleið 200 milliónir krónur.

Í kvøld hevði FCK í Parkini vitjan av Rakow úr Póllandi. Í síðstu viku vann FCK 1-0 í Póllandi, og í kvøld sá tað leingi út til, at FCK fór at vinna 1-0. Men fimm minuttir undan leikloki varð heimalegan av álvara skelkað, tá ið gestirnir javnaðu til 1-1, og so spøkti møguleikin fyri, at Rakow fór at skora sigursmálið, og at tað fór at vera neyðugt við longdari leiðtíð.

Dómarin legði seks minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og tað vóru spentar støður í FCK brotsteiginum, men tað endaði 1-1, og harvið var greitt, at tað verður FCK, sum verður í pottinum, tá ið lutakastið verður klokkan 17 í morgin. FCK vann seg víðari við 2-1 samantaldum sigri.

Lutakast verður eisini um, hvussu feløgini verða bólkað í Europa League og Conference League. KÍ er í Moldova, har tað í annað kvøld verður greitt, um tað verður KÍ ella FC Sheriff, sum fer at luttaka í Europa League bólkaspælinum. Felagið, sum tapir finaluna um Europa League pláss, fer at luttaka í Conference League bólkaspælinum.