Meistararnir hava longu vunnið tvey steyp

Tað var neyðugt við brotssparkskapping, áðrenn undirmannaðu klaksvíkingarnir høvdu vunnið ímóti Víkingi

Jóannes Hansen
26. februar 2023 kl. 17:15

Stórsteypadysturin er av. Í fínum fótbóltslíkindum og kulda á Tórsvølli vann KÍ eftir málleysar 90 minuttir brotssparkskappingina ímóti Víkingi. Hetta er annað vikuskiftið, at meistararnir og steypavinnararnir dystast um steyp. Fyri viku síðani vann KÍ Klaksvíkskappingina, og í dag vann KÍ stórsteypadystin. Í báðum førum var tað eftir finalu ímóti Víkingi. Fyri einari viku síðani vann KÍ 3-1, og í dag endaði tað eftir brotssparkskapping 6-5.

Tað hevði stóran týdning fyri dystargongdina, at norski miðverjin hjá KÍ Vegard Forren tíggju minuttir undan steðginum eftir nærdyst tók um hálsin á Olaf Bárðarson hjá Víkingi. Norski miðverjin sá beinleiðis reytt fyri at taka á seg sjálvan at sekta brot hjá mótstøðumanni, og tað kostar roynda spælaranum, sum fær løn í Klaksvík fyri at spæla fótbólt, leikbann í minsta lagi tvey tey fyrstu umførini í landskappingini. Tá skal KÍ spæla á heimavølli ímóti TB og á útivølli ímóti AB.

KÍ hevði bóltin í netinum í fyrra hálvleiki, tá ið Odmar Færø við høvdinum sendi bóltin framvið málverjanum eftir horna úr vinstru frá Árna Frederiksberg, men dómarin kolldømdi, tí hann metti René Shaki Joensen sperraði útsýnið hjá málverjanum.

Í seinna hálvleiki var Víkingur vitiliga meiri á bóltinum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í KÍ málið, og kanska vóru klaksvíkingar eins vandamiklir í mótálopum. Patrick Da Silva var sera eyðsýndur, bólttryggur og spældi við stórum sjálvsáliti.

Tá ið ein tími var farin, vórðu fleiri skiftingar. KÍ setti fleiri ungar klaksvíkingar  á vøllin, meðan Víkingur setti Poul Kallsberg, sum er nýggur í felagnum, og veteranarnar Andreas Lava Olsen og Finn Justinussen, men tað eydnaðist hvørum partinum at fáa bóltin í netið, og so vann KÍ brotssparkskappingina.

KÍ – Víkingur 0-0 6-5 eftir brotssparkskapping

Stórsteypadystur á Tórsvølli sunnudagin 26. februar 2023 kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

1-0: Árni Frederiksberg

1-1: Atli Gregersen

2-1: Páll A. Klettskarð

2-1: Aron Jarnskor Ellingsgaard

3-1: Patrick Da Silva

3-2: Andreas Lava Olsen

4-2: Claes Philip Kronberg

4-3: Ari Olsen

4-3: Luc Kassi

4-4: Finnur Justinussen

5-4: Olaf Karstenson Hansen

5-5: Gunnar Vatnhamar

6-5: Jákup N. Vilhelmsen

6-5: Poul Kallsberg

KÍ: Markus Olsen Pettersen – Símun Kalsø (Claes Philip Kronberg, 74.), Odmar Færø (Jákup N. Vilhelmsen, 62.), Vegard Forren, Patrick Da Silva – Deni Pavlovic (Børge Petersen, 46.), Luc Kassi, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Tóki á Lógv (Olaf K. Hansen, 62.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rói M. Hentze, Sølvi Johannesen

Gult kort: René Shaki Joensen, Odmar Færø, Patrick Da Silva

Reytt kort: Vegard Forren 35. (beinleiðis reytt)

Venjari: Magne Hoset

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen (Poul Kallsberg, 49.) – Árni Nóa Atlason, Géza Dávid Turi – Ingi Jonhardsson, Arnbjørn Svensson (Andreas Lava Olsen, 64.), Olaf Bárðarson (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 64.) – Martin Klein Joensen (Finnur Justinussen, 65.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jákup Arngrímsson, Signar á Brúnni, Páll Eirik Djurhuus

Gult kort: Olaf Bárðarson, Poul Kallsberg

Venjari: Jóhan Petur Poulsen