Tað var øgiliga dramatiskt í Leipzig í kvøld, tá ið Italia og Kroatia kappaðust um næstfremsta plássið í bólki B.
Inntil tað restaðu 30 sekund av teimum átta minuttunum, sum dómarin legði aftrat, hevði Kroatia við 1-0 leiðslu kós ímóti 1/8 finaluni, men so var tað, at innskifti Mattia Zaccagni, sum av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til vinstru sendi bóltin í handara síðunetið. 1-1 og Italia, sum vann EM fyri trimum árum síðani, tryggjaði sær næstfremsta plássið, meðan Kroatia er á veg til hús.
Í 1/8 finaluni verður talan um grannauppgerð, tá ið Italia og Sveis hittast.
Serliga stórt var vónbrotið fyri Real Madrid stjørnuna Luka Modric, sum tað verður roknað við var fyri síðstu ferð á kroatiska landsliðnum.
Níggju minuttir eftir steðgin vóru tey í kroatisku leguni ógvuliga vónbrotin, tá ið Luka Modric misnýtti brotsspark, sum italski málverjin Gianluigi Donnarumma, sum í gerandisdegnum verjir málið hjá PSG í París, bjargaði.
Men tað var bara í ein lítlan minutt, at Modric og Kroatia vóru heilt í kjallaranum. Kroatia varðveitti trýstið, og so var tað, at Luka Mordic setti bóltin í málið og var ovurfegin og lættur um, at misnýtta brotssparkið í tí løtu vísti seg ikki at verða avgerandi.
Kroatia var á veg víðari í kappingini, tá ið 90 minuttir, og mesta partin av teimum átta minuttunum, sum dómarin legði aftrat, megnaði Kroatia at halda tørn um leiðsluna og atgongumerkið at halda fram í kappingini. Men so var tað, at Italia skoraði, og tað ber við sær, at Italia heldur fram, og at Kroatia er við at pakka saman.