Meistaradeildirnar verða Føroya Tele deildirnar

Í steðginum millum báðar stórsteypadystirnar í flogbólti í gjár, har Mjønir vann hjá monnum og SÍ hjá kvinnum, undirskrivaðu FBF og Føroya Tele eina avtalu. Avtalan hevur við sær, at meistaradeildirnar í flogbólti nú verða nevndar Føroya Tele-deildirnar

Sigurjón Einarsson
25. oktober 2021 kl. 09:14

Tað var í steðginum millum báðar stórsteypadystirnar í flogbólti í gjár, har Mjønir vann hjá monnum og SÍ hjá kvinnum, undirskrivaðu FBF og Føroya Tele eina avtalu.

SÍ var greipuvinnari í fjør, men bæði steypa- og FM finalurnar vóru ímóti Drátti, og tískil møtast hesi bæði liðini til stórsteypadyst.

Tað vóru Eva Skeel Nolsø, marknaðar- og produktstjóri hjá Føroya Tele og Peter Holm, formaður í FBF, sum undirskrivaðu avtaluna. 

Avtalan hevur við sær, at meistaradeildin hjá kvinnum nú verður nevnd Føroya Tele deildin fyri kvinnur og meistaradeildin hjá monnum verður nú nevnd Føroya Tele deildin fyri menn.

Avtalan er fyribils galdandi næstu tvey árini.