Meistaradeildin í pool fer á rull fríggjakvøldið

Ítróttabarrin Landskrona hevur sett sær fyri at finna føroyameistarin í pool. Komandi fríggjakvøld 22. januar klokkan 19 fer kappingin á rull

Tíðindaskriv
20. januar 2021 kl. 09:50

Meistaradeildin í pool er einstaklingakapping, ið verður skipað sum 'league' - tað vil siga í bólkum eftir, hvussu nógvir luttakarar eru. Dystir verða vikuliga yvir longri tíð, og hvør luttakari kemur at kappast eftir avtalu.

Komandi fríggjakvøld 22. januar klokkan 19 verður bjóðað til startskotið av Meistaradeildini í Landskrona. Luttakararnir møtast, vit kunngerða reglur, trekkja lut um bólkar, og fyrsta umfar av meistaradeildini verður spæld.

Tilmelding

Tað er ókeypis at luttaka og 18 ára aldursmark. Tilmeldingarfreist er á midnátt hóskvøldið 21. januar og fer fram við at senda teldupost á meistaradeildin@landskrona.fo

Til ber at lesa meira á heimasíðuni hjá Landskrona her.