Meirilutin í Tórshavnar kommunu raðfestir ikki náttúru og umhvørvi. Var tað ikki longu greitt, so er tað greitt nú, tá borgarstjórin í hesum døgum er úti og forsvarar, at tað verður sprongt í áum, tí innkomuvegur skal gerast, kosta hvat tað kosta vil.
Borgarstjórin roynir í forsvarsskrivi at spæla sum um, at kritikkurin av manglandi náttúrufyriliti hjá meirilutanum er ein kritikkur av umsitingini hjá Tórshavnar kommunu og fakligu førleikunum hjá henni. Soleiðis er tað sjálvsagt ikki. Tað er ein beinleiðis kritikkur av sitandi meiriluta og áhaldandi álopunum á okkara viðbreknu náttúru.
Ikki ein króna er sett av til náttúruárinsmetingar og endurbøting í hesum valskeiðinum, soleiðis at tað kann tryggjast, at inntriv hava so lítið av árinum á náttúruna sum gjørligt. Skal hetta arbeiðið gerast ókeypis, hugsar borgarstjórin? Einki er ókeypis. At peika fingrar eftir minnilutanum, Tjóðveldi og øðrum, sum siga frá, er heldur ikki ókeypis. Tað er at skúgva sær undan ábyrgd, og prísin gjalda vit, okkara eftirkomarar og okkara dýrabara náttúra.
Tjóðveldi í Tórshavnar býráði hevur í fleiri førum víst á manglandi náttúrufyrilit í verkætlanum, sum skulu setast í verk. Hetta hevur meirilutin tó skúgvað til viks, ofta háðandi. Tá umsitingin hevur mælt til at gera náttúruárinsmetingar, hevur meirilutin eisini skúgvað tilmælið til viks. Heldur ikki verður náttúruumsitingin í Tórshavnar kommunu inndrigin í byggiverkætlanir. Sanniliga peika fleiri fingrar inneftir, tá borgarstjórin peikar eftir øðrum.
Í grannalondum okkara verður nógv orka løgd í at minka sum mest um náttúruárinini, tá verkætlanir skulu fremjast. Tað er henda vegin, vit skulu fara í Tórshavnar kommunu. Tí tað ber til at menna nýggjar býarpartar á ein burðardyggan hátt. Tað skulu vit. Men til tað krevst, at tíð verður sett av til at hugsa náttúruviðurskifti inn í allar partar av verkætlanum, og at neyðugu pengarnir verða settir av til átøk, sum gagna náttúruni, okkara nærumhvørvi og vælveru.
Elsa Berg, býráðslimur í Tórshavnar kommunu
Tjóðveldi