Nærum ein triðingur av teimum, ið atkvøddu ímóti sjálvstýri í 2014 hava broytt teirra meining og eru antin óvís ella høvdu atkvøtt fyri sjálvstýri. Og næstan dupult so nógvir nei-veljarar hava flutt seg yvir til ja-síðuna enn umvent.
Og flest øll halda, at um ein meiriluti av sjálvstýrissinnaðum tinglimum verða vald í skotska tingið til valið komandi ár, so eigur tað at verða ein fyrisetningur fyri einari nýggjari fólkaatkvøða um hetta mál. Hetta vísir nýggj veljarakanning, ið er gjørd av granskingarstovninum, Progress Scotland.
Skotska SNP heldur, at veljarakanningin sendur greið boð til politikkarnar í Westminster, at veljarar skifta frá nei til ja við øgiligari ferð.
Nærum tveir triðingar, 64%, av teimum spurdu halda, at Skotland hevði blivið sjálvstøðugt, um val var nú, sambært kanningini.
Kanningin vísir eisini, at 19% av teimum, sum søgdu nei í 2014, vita ikki, hvat tey høvdu valt í nýggjari fólkaatkvøðu, meðan 13% nú eru fyri sjálvstýri. Harafturímóti høvdu einans 8% – av teimum, ið valdu fyri sjálvstýri fyri seks árum síðani – nú valt ímóti, meðan 9% ikki eru vís í, hvat tey høvdu valt.
56% av teimum spurdu siga, at ein nýggj fólkaatkvøða um sjálvstýri eigur at vera, meðan 44% vóru ímóti nýggjari atkvøðu um sjálvræði. 26% av teimum, ið eru fyri fólkaatkvøðu, søgdu nei í fólkaatkvøðuni í 2014.
Orsakirnar til, at meirilutin av teimum spurdu ynskja nýggja fólkaatkvøðu um sjálvræði, eru sjúkrahúsverkið, búskapurin í framtíðini og Brexit.
Forstjórin fyri Progress Scotland og fyrrverandi tinglimur fyri SNP í Westminster, Angus Robertson, heldur, at veljarakanningin, ið varð gjørd í tíðarskeiðnum millum 25. september og 5. oktober, vísir, hvussu nógv almenna sjónarmiðið mótvegis einum sjálvstøðugum Skotlandi er broytt.