Meiri enn fjórði hvør føroyingur er einsmallur í húsi

Yvir 600 húski kring landið eru stakir uppihaldarar við børnum

Áki Bertholdsen
27. juni 2024 kl. 13:00

Í dag eru tilsamans 19.416 húski í Føroyum. 

Tað eru 351 húski fleiri enn fyri einum ári síðani tá ið tað vóru 19.065 húski í landinum.

Men tað, sum kanska loypir í eyguni, er, at tað eru heili 12.662 húski, ella 65,2 prosent av húskjunum, sum eingi børn eru í.

Í roynd og veru er størsti bólkurin av føroyingum tey, sum eru einsamøll í húsi. Tað er nevniliga í 5.175 húskjum, ella í 26,7 prosent av øllum húskjum, har tað bara er eitt fólk býr einsamalt í húsi - við ongum børnum.

Tann næststørsti bólkurin av føroyingum eru tey, har tað bara eru tvey vaksin fólk í húsi við ongum børnum.

Tað eru í 4.797 húskjum, ella í 24,7 prosent av húskjunum, at tað bara eru tvey fólk í húsi, við ongum børnum. Sostatt eru teir báðir bólkarnir næstan líka stórir,

Og tann triðstørsti bólkurin er tann, har tað búgva trý, ella fleiri vaksin fólk í húsi, við ongum børnum. Tey eru 2.690 húski í tali, ella 13,9 prosent øllum húskjunum.

Sostatt er tað bara í 6.754 húskjum, ella í 34,8 prosent av húskjunum, at tað eru børn. 

Men yvirlitið vísir eisini, at í 634 húskjum, ella í 3,3 prosent av øllum húskjunum, býr ein stakur uppihaldari við børnum.