Meira enn túsund ung fólk ákærd fyri at senda barnaporno

Danska løgreglan hevur í langa tíð arbeitt við einum málið, ið nú er endað við, at yvir túsund ung fólk eru ákærd

Guðrun í Jákupsstovu
15. januar 2018 kl. 11:55

Tað byrjaði við, at Facebook fekk eina ábending um, at tveir filmar og ein mynd, ið innihildu pornografiskar senur við 15 ára gomlum børnum, bleiv sent runt á Messenger. Facebook hevur skyldu til at melda slíkt til amerikanskar myndugleikar, og tað var eisini gjørt. Síðan bleiv Europol eisini blandað inn í málið og bóru tey boðini víðari til donsku løgregluna.

Málið er síðani blivið kannað av øllum trimum, og er niðurstøðan í málinum nú, at 1.005 ung fólk í Danmark eru blivin ákærd fyri at víðarisenda, og hava pornografiskt tilfar á telduni, har børn 15 ár ella yngri taka lut.  Tað skrivar Politiken.

Nordsjællands Politi sigur við Politiken, at hetta er eitt óvanliga umfatandi og álvarsligt mál, sum hevur tikið langa tíð at kanna. Hetta tí, at talið av fólki, ið vóru í málinum, var so høgt.

Løgreglan hevur ta uppfatanina, at tey ungu, ið deila slíkt tilfar, eru væl vitandi um, at slíkt hevur stórar fylgjur fyri viðkomandi menniskjuni, ið eru í filmunum ella myndunum. Men tey tykjast ikki at vita, at hetta er eitt grovt brot á lógina og kann fáa stórar avleiðingar fyri tey eisini. 

Løgreglan sigur, at tey m.a. kunnu skrásetast á Barnaskjalið, ið ger, at tey ikki kunnu fáa størv á barnagørðum, skúlum ella gerast venjarar fyri eitt ítróttarlið. Harumframt kunnu tey eisini vænta sær ferðingarbann inn í USA.