Fleiri enn fimm milliónir fólk deyð við koronu

Nú er talið komið uppum fimm milliónir, ið eru deyð við koronu kring heimin

Sigurjón Einarsson
1. november 2021 kl. 15:23

Seinastu tíðina eru deyðstølini verið hækkandi aftur – hjá fólki, sum eru deyð við koronu. Talið av deyðum er nú farið uppum fimm milliónir fólk.

Tað skrivar Reuters.

Her er eitt yvirlit yvir lond, har flest eru deyð við koronu:

USA – 745.000

Brasil – yvir 600.000

India – 458.000

Meksiko – 288.000

Russland – 234.000

Peru – 200.000

Indonesia – 143.000

Stórabretland – 141.000

Italia – 132.000

Kolumbia –127.000

59 lond hava í løtuni hækkandi smittutøl, og talið av nýggjum smittutilburðum um døgnið liggur um 300.000.

Tá flest vóru skrásett við koronu – á vári í 2020 – vórðu tað skrásett yvir 800.000 tilburðir dagliga.

Samanlagt eru tað nú skrásett umleið 247 milliónir smittutilburðir til dags dato.