Meira enn 700 fólk eru flutt burtur úr Eysturukraina
Russland vinnur seg meira og meira fram í Ukraina
Ragnar Sjúrðarson
5. august 2024 kl. 10:50
Í eystara partinum av Ukraina hava myndugleikarnir heitt á fleiri enn 700 fólk um at flyta seg úr fleiri økjum í Donetsk.
Tað hendur eftir at Russiski herurin framvegis vinnur seg fram, og nú siga russar at teir hava tikið stýringina í bygdini Novoselivka Persha.
- Fíggindin bumbar býir og bygdir hvønn dag, so vit hava avgjørt at flyta børn og foreldur teirra burtur, sigur guvernørurin í Donetsk, Vadym Filashkin, sambært tíðindastovuni AFP.
Familjurnar verða fluttar til býin Novogrodovka, sum liggur umleið 20 kilometrar frá bygdini Novoselivka Persha, sum Russland sigur, at teirra styrkir hertóku sunnudagin.