Ongi úrslit

Meira enn 527.000 ukrainar í Eysturukraina hava fingið russiskt pass

Ukraina/Rusland: Meira enn 527.000 ukrainar í Donbas-umráðnum hava seinastu tvey árini fingið russiskan ríkisborgaraskap við einfaldari mannagongd

Sigurjón Einarsson
8. mai 2021 kl. 15:05

Tað er lætt at gerast russiskur ríkisborgari, um tú livir í Eysturukraina. Meira enn 527.000 ukrainar í Eysturukraina hava fingið russiskan ríkisborgaraskap. Bert umleið 2.000 umsøkjarar hava fingið noktandi svar á teirra umsókn, skrivar TASS tíðindastovan vísandi til russisku innlendismálaráðið.

Av teimum 2.000 fólkunum, sum hava fingið noktandi svar, vóru 40 prosent av teimum, sum høvdu eina avmarkaða innferð til Russlands, ein triðingur fekk noktandi svar vegna sína brotsligu fortíð, meðan 25 prosent hava fingið frámerkið sum vandi fyri trygdina.

Russiskir myndugleikar hava kunngjørt, at tilboðið hjá eysturukrainum at fáa russiskan ríkisborgaraskap stendur við.

Hendan lætta mannagongdin hjá ukrainum í Eysturukraina at fáa russiskt pass varð innførd í 2019 av Vladimir Putin.

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Par kom til ilnar á alfaravegi

12 tímar síðan

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

11. november kl. 06:48