Tann 4. januar 2016 setti danska stjórnin løgreglueftirlit við landamørkini til Danmarkar. Tað skrivar DR.
Hetta var gjørt í samband við flóttafólkakreppuna í Sýria, ið gjørdi at nógv flóttafólk leitaðu sær skjól í øðrum londum í Evropa.
Ruðuleiki valdaði í flestu ES-londunum um hvussu hendan støðan skuldi handfarast. Í Danmark valdi man at seta inn løgreglueftirlit, fyri at kanna fólk, ið fóru tvørtur um mørkini til Danmarkar. Hetta var ein avgerð ið fall mongum fyri bróstið, og serliga tá stjórnin hevði á lofti, at man eisini skuldi kanna flóttar fyri virðislutir.
Síðan løgreglueftirlitið bleiv sett í verk eru meira enn 4000 fólk blivin noktaði atgongd tvørtur um danska markið. 2379 fólk eru noktaði við markið í Suðurjútlandi og og 1944 fólk eru noktaði við markið Lolland-Falster.
Men nú fær markaeftirlitið skjótt ein enda. Stjórnin hevur longt loyvi at varðveita eftirlitið fleiri ferðir, men nú hevur ES-ráðið avgjørt at eftirlitið skal avtakast í november mánaða í ár. Sambært Schengen-reglum er tað bert í heilt serligum førum, at markaeftirlit kann setast í verk, og hetta kann í mesta lagið vera upp til tvey ár.