Meinhard Egilsson Olsen var ein av teimum frægu í venjingardystinum móti Kekkia í gjárkvøldið (Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)
Meinhard: Vit fingu einki burturúr
Hóast Meinhard Egilsson Olsen var ein av teimum frægu í venjingardystinum móti Kekkia, so var hann als ikki nøgdur við dystin og avrikið hjá føroyska landsliðnum
Sigurjón Einarsson, Brno
17. november 2022 kl. 13:45
Tað var ein skuffaður Meinhard Egilsson Olsen, ið Dimmalætting fekk orðið á eftir venjingardystin móti Kekkia í Olomouc, sum endaði við einum 5-0 tapið.
Hann ásannar, at føroyska liðið kom undir øgiligt trýst frá byrjan av, so tað var trupult at fáa flutt bóltin longur fram á vøllin, og harvið fáa luft viðhvørt. Meinhard helt, at avrikið var eitt sindur betri í seinna hálvleiki, men alt í alt var avrikið als ikki gott nokk.
Meinhard lovar tó, at avrikið frá føroyska liðnum verður betur leygardagin, tá Føroyar á útivølli spæla ímóti Kosovo í Pristina.
Hoyr samrøðuna við Meinhard her: