Meinhard tvífaldur málskjútti á Skála

1. DEILD: Heimasigurin í oyggjauppgerðini ímóti Víkingi lyftir Skála fram á fremsta plássið

Jóannes Hansen
15. apríl 2023 kl. 21:47

Skálamenn hava av álvara sett kós ímóti uppflyting. Í dag vunnu teir á heimavølli 3-1 ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.

Mest eyðsýndu menninar hjá Skála í dag vóru Meinhard Janusarson og Marjus Nón, sum báðir undan kappingarbyrjan fluttu úr NSÍ og á Skála. Meinhard skoraði eitt mál, tá ið Skála 11. apríl vann 3-0 á heimavølli ímóti B36, og í dag skoraði hann til 1-0 og 3-1. Carlos Ferreira, sum undan kappingarbyrjan kom út Portugal og á Skála, skoraði 1-0 sigursmálið, tá ið Skála vann 1-0 í Runavík. Í dag økti hann um leiðsluna til 2-0.

Marjus Nón legði upp til bæði 1-0 og 2-0 málið, og Kristian Martin Jakobsen legði upp til 3-1 málið.

Í vetur flutti Poul Kallsberg av Skála og til Víking. Har hevur hann higartil ikki vunnið fast pláss á besta liðnum. Í dag var hann á næstbesta liðnum ímóti barndómsfelagnum, og tað var Poul Kallsberg, sum fyri Víking minkaði um munin til 2-1.

Víkingur er á triðja plássi við 9 stigum.

Tríggir av spælarunum hjá Víkingi, sum plaga at vera í besta hópinum í dag. Teir vóru Aron Jarnskor Ellingsgaard, Árni Nóa Atlason og Poul Kallsberg, sum allir vóru millum teir fyrstu ellivu.

Flaggdagin verður toppdystur, tá ið Skála fær vitjan av KÍ, og flaggdagin fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík.