Líkindini vóru framúr góð, og lagið millum teir umleið 2000 áskoðararnar var gott.
FIFA styrkislistin sigur, at tað er stórur munur á føroyska og norðurmakedoniska landsliðnum í fótbólti. Norðurmakedonina er á 72. plássi, og Føroyar eru á 138. plássi.
At munurin er so stórur sást ikki á Tórsvølli. Úrslitið var 1-1. Føroyar skoraðu beinanvegin við brotssparki, og Norðurmakedonia skoraði beinanvegin í seinna hálvleiki. Í báðum førum var tað við brotssparki, at málið varð skorað.
Føroyska leiðslumálið skoraði liðformaðurin Viljormur Davidsen. Hetta var fimta málið á landsliðnum hjá Viljormi, sum í dag var á landsliðnum fyri 78. ferð.
Síðstu løtuna var heimaliðið undir stórum trýsti, men tað eydnaðist at halda tætt og harvið at vinna eitt stig.
Sum seinni hálvleikur leið vóru nógvir á vøllinum, sum ikki hava so nógvar royndir á landsliðnum. Eyðsýndastur av øllum var Meinhard Egilsson Olsen, sum leingi hevur verið skaddur. Hann var sera væl upplagdur í framrættaðum plássi í vinstru. Serliga í fyrra hálvleiki var tað ferð á, tá ið føroyska liðið fleiri ferðir tilvitað legði bóltin fram í økið aftanfyri vongverjan í vinstru.
-Eg eri øgiliga fegin um at vera aftur á landsliðnum. Krossbandsskaði hevur hildið meg burtur í meiri enn eitt ár. Styrkisvenjingar í Norra og síðani venjingar á vøllinum vísa seg nú í dystum. Dystarvenjingin er góð, tí eg hava verið við í øllum dystunum í nýggja kappingarárinum. Sjálvandi eru vit móðir, men tað fer ikki at bila, tá ið dystur aftur er á skránni týsdagin, sigur væl nøgdi Meinhard E. Olsen í samrøðu við Kringvarpið.
Í dag var hann á landsliðnum fyri 29. ferð.
Millum teir heilt eyðsýndu á føroyska liðnum í dag var miðverjin Andrias Edmundsson. Í fyrra hálvleiki hevði hann Samuel Johansen Chukwudi undir liðini, og eftir steðgin var Hørður H. Askham undir liðini á honum. Tað komst av, at Samuel Johansen Chukwudi í fyrra hálvleiki sá gula kortið.
-Hetta er dreymurin, at spæla á landliðnum. Í Póllandi hava vit dugnaligan venjara og arbeiða hart og undir góðum umstøðum. Nú fái eg álit frá landsliðsvenjaranum, og tað er at fegnast um, tá ið tað gongur væl, og tað haldi eg, at tað gjørdi hjá okkum øllum, sum vóru í miðverjuni, sigur Andrias Edmundsson, sum fyri áttandu ferð var á landsliðnum.
Í morgin fer landsliðið av landinum við kós ímóti Lettlandi, har nýggjur dystur verður týsdagin.
Føroyar – Norðurmakedonia 1-1 (1-0)
Nations League
Leygardagin 9. september 2024 kl. 14.00 á Tórsvølli
1-0: Viljormur Davidsen br 9.
1-1: Enid Bardhi br 49.
Dómarabólkur úr Litava: Manfredas Lukjančukas, Mangirdas Mirauskas, Aleksandras Stepanovas og Vilius Paulauskas (4. dómari)
Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jóannes K. Danielsen, Samuel Johansen Chukwudi (Hørður H. Askham, 46.), Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen (Mads Bo Mikkelsen, 66.), Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar (Petur Knudsen, 84.), Meinhard E. Olsen (Patrik Johannesen, 84.)– Jóan Símun Edmundsson (Adrian Justinussen, 66.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Silas Eyðsteinsson, Kristian Joensen, Arnbjørn Svensson, Sonni Ragnar Nattestad, Jann J. Benjaminsen, Klæmint A. Olsen, Daniel Johansen
Gult kort: Samuel Johansen Chukwudi
Venjari: Håkan Ericson (gult kort)