Meiðslaði sær beinið í arbeiðsóhappi
Maðurin er fluttur á Landssjúkrahúsið
Áki Bertholdsen
12. juli 2024 kl. 09:03
Í gjár hendi eitt arbeiðsóhapp í Havn, har ein maður meiðslaði sær beinið - og helst er tað brotið.
Teir vóru í ferð við at betonga, men so fekk betongbilurin eitt tekniskt brek, sum gjørdu, at teir fingu ikki arbeitt.
Tveir mans frá Mest komu at hjálpa at rætta brekið, men ímeðan teir eru upp á bilinum og arbeiða, fer ein trygdarventilur, so teir máttu loypa niður av bilinum.
Lopið var einar tríggjar metrar og annar av monnunum meiðslaði sær beinið og fór á sjúkrahús.
Løgreglan sigur, ar Arbeiðseftirlitið hevur fingið boð um óhappið og tey taka so yvir og gera tær kanningar, sum skulu gerast.