Medvedev vann US Open

Medeved misnýtti tveir matchbóltar, áðrenn tað endaliga eydnaðist, og hann kann loksins kalla seg grand slam meistara. Tað varð ikki á hesum sinni, at Djokovic megnaði at bróta metið, sum hann heldur saman við Nadal og Federer.

Steinar Patursson
12. september 2021 kl. 23:57

Daniil Medvedev kann nú kallað seg grand slam meistara.

Tað er greitt, eftir at hann fyri løtu síðani vann US Open finaluna móti Novak Djokovic í trimum settum.

Novak Djokovic hevði sett sær sum mál at vinna sína grand slam nummar 21, men hetta gjørdist av ongum - í øllum førum ikki á hesum sinni.

Við sigrinum er Medvedev samstundis eisini fyrsti maður at vinna eina grand slam finalu móti einum av the big three (Djokovic, Nadal, Federer), síðan Stan Wawrinka var US Open finaluna móti Djokovic í 2016.

Daniil Medvedev legði út við at bróta servu tíðliga í fyrsta setti, og ein góðan tíma seinni varð fyrsta sett avgreitt við úrslitinum 6-4.

Tað er ikki óvanligt, at Novak Djokovic tapir fyrsta sett, og faktiskt hevur hann tapt fyrsta sett í fýra undanfarnu dystunum. Vanliga plagar Djokovic at koma fyri seg í øðrum setti, men tá Medvedev endurtók fyrsta sett og breyt servu tíðliga í øðrum setti, var greitt, at tað fór kanska ikki at ganga sum væntað.

Djokovic kom ongantíð rættiliga í gongd, og øðin, sum hann plagar at brúka til okkurt konstruktivt, var ongantíð til staðar.

Medvedev tók eisini annað sett við sama úrslitið, og tá komið varð út í triðja sett, gjørdi Medvedev bart og breyt tvey fyrstu servupartíni hjá Djokovic.

Brádliga var støðan 5-2 og 40-30 í servupartíi hjá Medvedev. Medvedev stóð við matchbólti í mest umráðandi dystinum, hann nakrantíð hevur spælt, men tveir dupultfeilir og eitt feilslag gav partíið til Djokovic, sum eisini sjálvur tók sítt næsta servupartí.

Tá støðan var 5-4, hevði Medvedev aftur tveir matchbóltar við støðuni 40-15. Medvedev sendi báðar servurnar í netið, og á Arthur Ashe stadion var kenslan, at tað aftur fór at gleppa á stokkinum. Næsta servan kom kortini í spæl, og Medvedev kroysti Djokovic ytst út á bakhondssíðuna, og Djokovic sendi bóltin í netið. Game, set og match, 6-4, 6-4, 6-4.