Medvedev nummar eitt fyri fyrstu ferð

Fyri fyrstu ferð síðan 2004 eitur heimsins besti tennisspælari ikki Djokovic, Nadal, Federer ella Murray. Russiski Daniil Medvedev vann seg fram á fremsta plássið mánadagin

Steinar Patursson
3. mars 2022 kl. 19:00

Daniil Medvedev kann nú kalla seg heimsins besta tennisspælara, eftir at hann mánadagin gjørdist nummar eitt á styrkilistanum hjá altjóða tennissambandinum fyri harrar, ATP.

Medvedev skumpaði Djokovic av evstu rók mánadagin, eftir at Djokovic púra óvæntað tapti móti Jiri Vesely í áttandapartsfinalunum í Dubai Open.

Medvedev hevur leingi ligið í hølunum á Djokovic, og við US Open sigrinum í fjør og góðu úrslitunum higartil í ár eydnaðist loksins at røkka fremsta plássinum.

ATP styrkilistin virkar á tann hátt, at leikarar fáa tillutað stig fyri hvønn dyst, teir vinna. Nøgdin á stigunum valdast hvørka kapping, talan er um, og á hvørjum stigi í kappingini dysturin verður vunnin. Til dømis fært tú 250 stig fyri at vinna eina ATP 250 kapping, meðan tú fært 2000 stig fyri at vinna eina grand slam kapping. Stigini vara í eitt heilt kalendaraár frá tá tey eru vunnin.

Medvedev vann US Open finaluna í fjør móti ongum øðrum enn Novak Djokovic, og støðan hjá Novak Djokovic er ikki vorðin betri av, at hann ikki slapp at luttaka á Australian Open í ár vegna vantandi koronukoppseting. Somuleiðis hevur verið avmarkað, hvar Djokovic hevur sloppið at luttaka, og støðan er eisini óviss, hvussu hann sleppur at verja stigini hjá sær komandi mánaðir, tí hann noktar at lata seg koppseta. Millum annað verða bæði Indian Wells og Miami kappingarnar í USA í næstum, sum Djokovic ikki sleppur at luttaka á.

Djokovic er annars tann harraleikarin, ið hevur verið longst á fyrsta plássi á styrkilistanum. Djokovic hevur ligið nummar í fimm ymsum umførum, sum tilsamans geva 361 vikur – eina viku minni enn sjey ár.

Summi vilja kanska vera við, at tíðin var eisini komin til ein nýggjan nummar eitt, tí Medvedev tann fyrsti at vera á fyrsta plássi síðan 2004, sum ikki eitur Djokovic, Federer, Nadal ella Murray.

Spurningurin verður nú, hvussu leingi Medvedev megnar at halda seg á fyrsta plássi, tí hóast útlitini ikki eru fyri, at Djokovic fer at vinna sær nógv stig í næstum, er ein annar av teimum gomlu, ið er í stórformi í løtuni.

Talan er um Rafa Nadal, sum seinastu mánaðirnar hevur tikið seg upp á 4. pláss aftur. Umframt at sigra á Medvedev í Australian Open finaluni í januar, sigraði hann eisini á Medvedev í hálvfinaluni í Acapulco, sum hann síðani vann í finaluni mót Cam Norrie.

Harumframt er eisini spurningurin, hvussu viðurskiftini hjá russiskum tennisleikarum fara at vera komandi tíðina, teirra millum Medvedev, nú altjóða ítróttarsamgongar leggjast aftrat teimum, ið seta tiltøk í verk móti Russlandi í kjalarvørrinum av russisku innrásini í Ukraina. Men higartil hava ATP, WTA (altjóða tennissambandið hjá kvinnum), og allir fýra grand slam fyrireikararnir gjørt greitt, at russiskir leikarar sleppa at luttaka á kappingum, so leingi sum tað ikki er undir russiskum flaggi.