Medisinsk seingjardeild flytur í H-bygningin

Á nýggju seingjardeildini eru einastovur, ið er eitt frambrot fyri bæði sjúklingar og teirra avvarðandi

Landssjúkrahúsið
3. oktober 2024 kl. 16:26

Týsdagin 8. oktober flytur medisinska seingjardeildin úr B6 í H-bygningin á 1. hædd.

Sjúklingar, ið áður hava verið ávístir og innlagdir á B6, verða nú framyvir innlagdir á H1 í eindini vestureftir. Sergreinar á medinsku seingjardeildini, ið flytur, eru krabbamein, palliatión, nýrasjúkur, giktsjúkur, infektiónsmedisin, livur, maga- og tarmsjúkur, diabetes og aðrar stoffskiftissjúkur, umframt blóðsjúkur.

Á nýggju seingjardeildini eru einastovur, ið er eitt frambrot fyri bæði sjúklingar og teirra avvarðandi. Tey, ið framyvir verða innløgd á medisinsku seingjardeildina, fara at hava betri umstøður at vera saman við sínum nærmastu.

Fyri at koma í samband við deildina kann ringjast til høvuðsnummarið hjá Landssjúkrahúsinum á +298 304500 og biðja um Eindarstøð 4 á H1.

Skiftistíðir eru altíð rokaligar, og Medisinski depilin vónar tí, at øll bera yvir við teimum.