Medaljan frá Margrethu: Bíðar í skuffuni á flogvøllinum

- Eg havi biðið tey sent mær hana oman til Sørvágs. Eg skal ikki niðan at hava nakað tiltak har sum støðan er nú, sigur Anita Góðadal

Sveinur Tróndarson
23. november 2020 kl. 17:32

- Seinast í februar mánað, tann 25., fekk eg at vita, at eg hevði fingið ærumedalju (fortjenstmedalje) frá Margrethu drotning, og ætlanin var at skipa fyri einum tiltaki stutt eftir tað. Men so kom korona, og so steðgaði alt upp, og síðan hevur bara ikki borið til at finna ein dag, og tí liggur medaljan í einari skuffu á flogvøllinum.

Tað sigur Anita Góðadal, tá vit spyrja han um medaljuna, sum hon hevur fingið frá drotningini fyri at hava arbeitt á sama stað í 40 ára – og nú meira enn tað.

Í fyrsta umfari var tað okkurt hjá henni sjálvari, sum ikki bar til. Hon hevur ein son, sum arbeiðir uttanlands, og hon ætlaði at passa tað soleiðis, at sonurin kundi vera heima, tá hon fekk medaljuna.

- Tað riggaði ikki tá, og so kom korona, og so steðgaði alt upp, sigur Anita Góðadal.

Tá tað ringasta tá hevði lagt seg, seinast í mai mánað, var ein roynd gjørd afturat, men tá avvísti eg sjálv, greiðir hon frá.
Orsøkin til tað var, at hon slett ikki hevði hug til at vera mittpunkt í einum slíkum tiltaki, tí bara eina viku frammanundan vóru 20 av hennara starvsfeløgum uppsagdir, og tí var lagið slett ikki til nakað slíkt.

- Eg orkaði slett ikki tankan um at skula vera miðpunkt til eina móttøku tá, sigur Anita Góðadal.

Tí varð tað av ongum, og so hevur tað bara bíðað. Ein orsøk er, at hon fegin vil hava bæði børnini hjá sær heima. Dótturin er heima, men sonurin arbeiðir í frálandavinnuni, og korona hevur eisini ávirkan á tað. Hann skal í sóttarhald báðar vegir, bæði á veg heim og út, og tí er ofta torført at fáa tað at hanga saman.

- Fyri meg hevur tað týdning, at tey eru hjá mær, og tí hevur tað drigið út, sigur hon, men nú havi eg bara biðið tey um at senda mær medaljuna oman til Sørvágs. Tí nú eri eg slett ikki áhugað í at koma niðan har til nakað, sigur Anita Góðadal.

Hon eigur eina medalju frá drotningini, men hon liggur í einari skuffu á flogvøllinum, og har hevur hon ligið síðan 25. februar í ár, tað vil siga í skjótt trífjórðingsár.