Meat Loaf er deyður

Meat Loaf var mest kendur fyri útgávuna Bat Out Of Hell, sum hann gjørdi saman við framleiðararanum Jim Steinman

Sigurjón Einarsson
21. januar 2022 kl. 11:39

Amerikanski rokksangarin og sjónleikarin Michael Lee Aday, betur kendur sum Meat Loaf, er deyður, 74 ára gamal.

Tað stendur at lesa á hansara egna Facebook-vanga.

Meat Loaf svav stillisliga inn í gjárkvøldið í tryggum umstøðum, har hann hevði konu sína við sína lið, upplýsir umboðsmaður hansara, Michael Greene.

Umboðsmaðurin sigur eisini, at døturnar og nærmasta familja fekk sagt farvæl við rokksangaran tað seinasta døgnið, ið hann livdi.

Sum tónleikari var Meat Loaf millum annað kendur fyri tær báðar útgávurnar, Bat Out of Hell frá 1977 og Bat Out of Hell II: Back into Hell frá 1993.

Hesar báðar útgávurnar vórðu gjørdar saman við tónleikaframleiðaranum Jim Steinman. Fyrra útgávan er millum tær 35 mest seljandi nakrantíð í USA.

Tá Steinman doyði síðsta vár, skrivaði Meat Loaf hesa heilsanina:

- Eg komi skjótt, bróður mín Jimmy. Flúgv, Jimmy, flúgv.

Tað var ikki nøkur loyna, at vektin hjá Meat Loaf altíð hevur átt ein stóran leiklut í lívinum hjá amerikanska sangaranum. Í hvørt fall síðan 1977, tá hann breyt ígjøgnum sum rokksangarin við máttmiklu røddini, sum var ein beinleiðis mótsøgn til glamrokkin og diskotónleikin, har tað sum oftast vóru kløn og vøkur fólk at síggja.

Men inn á pallin trein Meat Loaf (ið merkir farsbreyð). Við eitt sindur ov nógvum kilo á kroppinum, sveittandi og við langum hári upptraðkaði maðurin úr Texas í strammari skjúrtu teir tungu og melodiøsu rokksangirnar frá útgávuni í 1977, Bat Out of Hell.

Sum solistur bleiv fyrsta útgávan í 1977 eisini tann best umtókta. Meat Loaf kom við fleiri útgávum eftir ta fyrstu, men eingin gjørdist eins og væl umtókt sum Bat Out of Hell. Seinasta útgávan kom í 2016.

Men Meat Loaf var ikki bert sangari. Eisini var hann sjónleikari, og hevði nakrar leiklutir í ymiskum filmum. Úr rúgvuni kunnu nevnast The Rocky Horror Picture Show frá 1975 og Fight Club frá 1999.

/ritzau/