McDonald`s í Danmark brúkar ikki longur russiskan fisk í teirra burgarum
Bíleggur tú ein Filet-O-Fish burgara í eini McDonald`s matstovu í Danmark, er tað ikki longur ein russiskur fiskur, sum liggur í millum burgarabollarnar
Ragnar Sjúrðarson
6. juli 2023 kl. 09:15
Tað upplýsir samskiftistjórin hjá McDonald`s í Danmark, Fannie Pramming, til miðilin Politiken.
Hví ketan hevur valt at vraka russiska fiskin, ynskir Pramming ikki at greiða nærri frá, men við Ritzau sigur hon, at tað longur var aftur í oktober 2022, at ketan fór at brúka alaskaseið frá USA.
Tað er størsti framleiðarin av fiski í Danmark, fyritøkan Espersen, sum í fleiri ár hevur veitt fisk til McDonald`s. Fyritøkan hevur sambært Politiken fingið ein stóran part av sínum fiski frá Russlandi.
Fleiri politikarar funnust at fastfoodketuni í 2022, tá hon enn brúkti russiskan fisk í burgarunum.