Tann ríki John McAfee, sum gjørdi kenda McAfee antivirus-skipanina, er funnin deyður í sínum fongsulskliva í Barcelona í gjár, har hann bíðaði eftir at verða útflýggjaður til USA.
Í Amerika var hann ákærdur fyri skattamisbrot, og stóð til eina fongsulsrevsing upp til 30 ár, varð hann dømdur.
Ein spanskur dómstólur hevði longu avgjørt, at McAfee skuldi útflýggjast tvørtur um Atlantshav, men hendan avgerðin var tó ikki endalig, tí hon kundi kærast til hægri dómstól.
McAfee, sum gjørdist 75 ár, var ein av týdningarmiklastu undangongumonnunum innan fyri verju móti telduvirusum, og so var hann eisini ein íðin mótstøðumaður av skattainnkrevjing. Í 2019 kunngjørdi hann millum annað á Twitter, at hann ikki hevði latið sjálvuppgávuna inn í átta ár, tí “skattainnkrevjing er ólógligt”, sambært honum.
Hann varð funnin deyður í sínum fongsulskliva fáar tímar eftir, at dómarin feldi dómin í gjár - at hann skuldi útflýggjast.
Sambært einari frágreiðing frá løgmálaráðnum í Katalonia, so “bendir alt á”, at hann gjørdi av seg sjálvan.