Ongi úrslit

M.C. Restorff vann ársins tónleikaheiður

Tónleikaúrmælingurin M.C. Restorff fór avstað við ársins tónleikaheiðuri í kvøld

Jonhard Hammer
21. mars kl. 22:06

Kendi havnamaðurin M.C. Restorff vann ársnins tónleikaheiður á FMA í kvøld.


M.C. Restorff er sangari og sangskrivari burturav. Men er eisini kendur innan tænastuvinnuna. Í ein mansaldur var M.C. stjóri á Hotel Hafnia.


Men tað er innan tónleikin at M.C. er best kendur, og løg sum "Heldur akker títt", "Føroyingar" og "Kvøða til pinkubarnið" eru bara nøkur fá av løgunum, ið M.C. Restorff eigur, sum flest allir føroyingar munnu kenna aftur. 


Síðan kenda LP-plátan "Meistarans Hond" kom út í 1971, hevur fólkakæri sangarin sungið seg í hjørtuni á føroyingum. Seinasta útgávan hjá M.C. var "Sanganna Veingir", ið kom út í 2012.


Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45