MBM skiftir stjóra

Fráfaringaravtala er gjørd við Hákun Steingrímsson

Jóannes Hansen
3 tímar síðan

Meginfelag Búnaðarmanna skal hava nýggan stjóra – tann 3. í søgu felagsins.

MBM skrivar soleiðis:

Nevndin og stjórin Hákun Steingrímsson, hava gjørt eina fráfaringaravtalu. Felagsstevið sum var, er ikki meir og tí fer felagið nú, at leita eftir nýggjum stjóra.

Setanartilgongdin byrjar beinanvegin. Karl á Høvdanum Andreasen er settur sum fyribils stjóri. Hákun verður fyrstu tíðina ráðgevi.