Viðhaldsfólk hjá franska landsliðnum hildu ondini í gjár, tá stóra stjørnan á liðnum, Kylian Mbappé, noyddist skaddur av vøllinum. Eftir ein stoyt við ein verjuleikara hjá Eysturríki, lá franskmaðurin eina góðu løtu á vøllinum, og tá hann reisti seg aftur sást, at hann bløddi illa úr nøsini.
Nú er tað greitt, at nøsin hjá Mbappé er brotin, og hann noyðist tískil at taka ein steðg. Tey góðu tíðindini eru tó, at hann ikki noyðist at skurðvigerðast, og tískil verður steðgurin einans 15 dagar. Hetta merkir, at hann ikki verður í teimum báðum seinastu dystunum í bólkaspælinum, sum eru ímóti Hollandi og Póllandi.
Eftir sigurin á Eysturríki í gjár eru sannlíkindini góð, fyri at Frakland koma víðari úr bólkinum, og tí fara vit helst at síggja Mbappé aftur í fronsku troyggjuni eftir bólkaspæli.