Nýggi norski venjarin hjá 07 Vestur segði fyri stuttum við norskar miðlar, at tað fór at vera neyðugt at keypa fleiri nýggjar spælarar. Hann nevndi, at talan kundi verða upp í níggju spælarar.
Í síðstu viku var tað danskur spælari, sum skrivaði undir við 07 Vestur, og nú boðar felagið frá, at sáttmáli er undirskrivaður við nigerianskan spælara.
07 Vestur skrivar soleiðis:
Maxwell hevur spælt við Sandnes Ulf og Skeid í Norra, so hann er ikki ókendur hjá venjaranum. Áðrenn Maxwell kom til Norra, spældi hann við Enyimba Aba, sum hann bleiv nigerianskur meistari við. Maxwell hevur spælt 59 dystir í næstbestu deildini í Norra. Hann hevur eisini umboðað Nigeria á U19 og U20 landsliðnum.
Maxwell spælir sum vinstri vongur. Hann er kendur fyri at vera øgiliga arbeiðssamur og hevur nógva orku og ferð.
Vit ynskja Maxwell hjartaliga vælkomin í felagið, skrivar 07 Vestur í kvøld.