Hesa vikuna eru tveir svimjarar frá Havnar Svimjifelag í Finnlandi har teir luttaka í European Para Youth Games (EPYG). Talan er um Max Aron Bjarnarson og Andrias Mellemgaard, ið báðir eru 12 ára gamlir.
Hóast royndir í kappingum í Føroyum, so er tað fyrstu ferð at hesir ungu svimjararnir luttaka í altjóða kapping, Endamálið við hesum er, at teir venja seg við størri kappingar og menna seg sum svimjarar. Stevnan er haraftrat eitt gott høvi hjá nýggjum paraíðkarum at blíva flokkaðir, sum er krav fyri at luttaka í altjóða parakappingum.
Max Aron og Andrias vórðu flokkaðir týsdagin og komu í flokkarnar S9, SB9, SM9, ið millum annað umfatar tey ið mangla part av útlimi.
EPYG er stevna, har ungdómar úr øllum Evropa hava høvi at kappast í ítróttagreinunum svimjing, frælsumítrótti, boccia, borðtennis, goalball, koyristóls kurvabólti, judo, sitandi flogbólti og showdown. Áleið 400 ítróttarfólk luttaka á stevnuni, har svimjing hevur flest luttakarar við umleið 110 ungdómum.
EPYG er annaðhvørt ár, og hevur nøkur ár á baki, men er hetta fyrstu ferð at vit hava føroyska umboðan. Luttøkan hesuferð er tí eisini eitt gott høvi hjá Parasport Føroyum at kunna seg um stevnuna, og vónandi kunna bjóða fleiri ungum føroyskum paraíðkarum at verða við í framtíðar stevnum.
Við í ferðalagnum eru, umframt Max Aron og Andrias, Rakul Arnfríð Dam og Fríði Dam Lindberg venjarar í Havnar Svimjifelag og Tróndur Ravnsfjall umboðandi Parasport Føroyar.
Setanin verður í dag, meðan svimjikappingarnar verða fríggjadagin og leygardagin.