Ongi úrslit

Maurice Ross farin úr starvinum sum hjálparvenjari hjá Notts County eftir rasistiska útsøgn

Fyrrverandi venjarin hjá Víkingi og Suðringum (TB/FC Suðuroy/Royn), Maurice Ross, bleiv settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá Notts County fyri fimm vikum síðani. Nú er hann longu farin úr starvinum, eftir eina rasistiska útsøgn móti egnum leikara

Sigurjón Einarsson
6. mai 2021 kl. 11:30

Skotin Maurice Ross, sum hevur verið venjari hjá Víkingi og TB/FC Suðuroy/Royn, bleiv fyri fimm vikum síðani settur sum nýggjur hjálparvenjari hjá enska felagnum, Notts County. Men eftir eina hending leygardagin, er hann longu farin úr starvinum aftur.

Í dystinum leygardagin, har Notts County leikti 1-1 móti Altrincham, kom Maurice Ross við einari útsøgn móti einum av egnu leikarum sínum, sum fekk sinnini í kók. Talan er um 28 ára gamla niðurlendska spælaran Enzio Boldewijn, sum fyrrverandi hjálparvenjarin segði nakað soleiðis um við sínar leikarar á beinkinum:

- Hann sær út sum hann er 40 ár. Hvussu gamal er hann í veruleikanum? Hevur hann eitt falskt pass? Hann minnir meg um ein av hasum fótbóltsleikararanum úr Afrika, sum er eldri enn tað, hvat hann sigur seg vera.

Hetta skriva fleiri útlendskir miðlar. Millum annað BBC, Sky Sports og The Mirror.

Boldewijn varð gjørdur varugur við hesa útsøgn í skiftingarrúminum eftir dystin, og tað fekk sinnið í kók hjá honum. 28 ára gamli niðurlendingurin fór beint yvir til liðskiparan, Michael Doyle, og gav sína meining til kennar.

Mánadagin fór samlaði hópurin av leikarum á fund við forstjóran í felagnum, Jason Turner. Men tá ið Maurice Ross fekk varugan av hesum, tók hann avleiðingina alt fyri eitt, og segði seg úr starvi.

Týskvøldið var Maurice Ross í fótbóltssendingini hjá BBC Scotland, Sportsound, har hann tók fulla ábyrgd fyri sína útsøgn og bað samstundis um umbering fyri sína gerð.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

Í gjár kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18