Tað hevur verið sum á kalvabaki fleiri staðni í nátt og løgreglan hevur eisini fingið boð um nøkur ferðsluóhapp.
Sum vit skrivaðu í áðni hendi eitt álvarsligt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum.
Men annars hava tey fingið tvær fráboðanir um bilar gliðu út av í hálkuni. Talan er ikki um fólkaskaða og heldur ikki bilarnir hava fingið nevnivert av skaða.
Annað óhappið var í Kollafjørði og hitt var á landsvegnum við frákoyringina til Hósvíkar. Men á Selatraðarvegnum var tað so hált, at tey stongdu vegin, og hann er stongdur enn.
Har var so hált, at sjálvt bilurin hjá Landsverki, sum var farin at salta, gleið út av. Hann var væl skøddur og koyrdi ikki meiri enn einar 10 kilometrar um tíman, men bara tað, at eitt lítið hall var á vegnum, var nokk til at hann gleið oman av.
Og tað kundi enda galið, tí hann fór hálvaaðru ferð runt og endaði á liðini. Bilførarin slapp kortini út og fekk boð frá sær og tá var vegurin stongdur.
Og vegurin er framvegis stongdur heilt av Selatrað til Raktanga á Strondum. Løgreglan sigur, at tað var so kalt, at saltið beit ikki á frostið og tí var tað best at steingja vegin, so at eingin annar kom í óføri.
Annar er koyrandi alla aðrastaðni – við lagaligheit. Landsverk hevur saltað allar landsvegir sum vanligt í morgum. So í løtuni er tað bara Selatraðarvegurin, ið er stongdur.