Ongi úrslit

Máttu hjálpa ferðamanni heim úr fjøllunum

Tað var ongantíð nakar vandi á ferð - men tað var drúgt

Áki Bertholdsen
22. apríl 2025 kl. 09:41

Í gjárkvøldið ringdi ein útlendskur ferðamaður til løgreglun tí hann var vilstur í fjøllunum.

Hann var farin ein túr úr Tjørnuvík til Saksunar eftir fjøllunum, men tá ið hann skuldi aftur til Tjørnuvíkar, viltust hann av leið og tí ringdi hann til løgregluna.

Løgreglan sendi boð eftir bjargingarliðnum hjá Sunda kommunu og tey fóru í fjøllini at leita.

Tá var ferðamaðurin endaður í Sjeyndum, sum er rættiliga langt av leið.

Men tey fingu so leitt hann aftur til Tjørnuvíkar. Tað var ein langur túrur, tí tey vóru ikki við hús aftur í Tjørnumvík fyrr enn mitt í nátt.

Ferðamaðurin var í góðum klæðum og annars væl útgjørdur til ein túr í fjøllunum, so hóast tað var nakað av mjørka og tað eisini var farið at regna, var ongantíð nakar vandi á ferð.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00