Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at melda eitt ferðsluóhapp í Havn. Tað var ein bilur, sum koyrdi út av Magnstøðini á Hálsi, men sum ikki helt víkiskylduna og rendi á ein bil, sum kom koyrandi eftir Ringvegnum.
Men ístaðin fyri at steðga á, tók bilførarin, sum hevði rent á, til rýmingar. Løgreglan sigur, at tey fóru at leita eftir bilinum og tríggjar tímar seinni funnu tey hann, har hann stóð parkeraður uttan fyri eitt hotell í Havn.
Men løgreglan sigur, at tá ið tey skuldu fara at leita eftir føraranum, kom hann út um at roykja, so tey hildu at nú var lagamanni at handtaka hann.
Men tað gekk ikki so lætt, tí hann vildi alt annað enn handtakast. Bæði løgregla og bilførari endaðu inni í forhøllini á hotellinum, har tey máttu brúka piparspray fyri at sissa hann, so at tey fingu handtikið hann.
Bilførarin er nú skuldsettur fyri ikki at hava hildið treytaleysu víkiskylduna og fyri at vera rýmdur undan einum óhappi.
Men tað var ikki alt tí hann hevði heldur ikki koyrikort og oman á alt, er hann eisini skuldsettur fyri at hava koyrt við kenning, so blóðroynd er tikin av honum.
Í hesum føri varð hann feldur av seks tíma regluni. Tað merkir, at er ein bilførari uppi í einum óhappi og ikki verður tikin av løgregluni alt fyri eitt, hevur hann ikki loyvi at drekka í seks tímar aftan á.
Verður hann tikin styttri enn seks tímar aftan á óhappi, og tá hevur kenning, verður tað tikið sum um at hann eisini hevði kenning tá ið óhappið hendi.