Tað er rár hending, at landsliðsspælari er á liðnum hjá FC Fredericia, og tað er neyvan komið fyri áður, at málverjin hjá felagnum í næstbestu deildini er málverji á útlendskum landsliði.
Soleiðis var tað týskvøldið, tá ið Mattias H. Lamhauge vardi føroyska málið á Brøndby stadion, har Danmark vann 2-0.
Í fyrradagin var Mattias H. Lamhauge aftur í Fredericia og vandi saman við liðfeløgunum. Fyrsti setningurin er at fyrireika seg til fyrru hálvfinaluna í donsku steypakappingini. Í kvøld klokkan 19 fer Fredericia at spæla á útivølli ímóti Silkeborg, sum spælir í bestu deildini. Dysturin verður vístur á TV3Sport.
Í Vejle Amt Folkeblad verður gjørt burturúr, at landsliðsmálverji er í Fredericia.
-Teir høvdu níggju royndir ímóti málinum, og tvær ferðir fór bólturin í netið. Tað kann væl vera, at gongdin í kvøld fer at minna um hana týskvøldið skilt á tann hátt, at tað verður nógv ferðsla í okkara brotsteigi, heldur Mattias H. Lamhauge.
Hann heldur, at tað fyri málverjan viðhvørt kann vera fyrimunur, at tað er nógv at gera:
-Tað er sum í ferðsluni. Um tað er lítil og eingin ferðsla, og tú so rennur teg í nógva ferðslu, so ræður um at skerpa sinnið. Men sjálvt í dystum, har tað er lítið at gera, so er neyðugt støðugt at vera savnaður um uppgávuna. Um tú eina løtu ert óansin, so er tað skjótt, at bólturin liggur í netinum, sigur Mattias H. Lamhauge í samrøðu við Vejle Amt Folkeblad.
Setningurin í kvøld er at vinna úrslit, sum ber við sær, at Fredericia framvegis eigur finaluplássið at stríðast fyri, tá ið Silkeborg verður gestur á Monjasa Park í Fredericia.
-Soleiðis verður tað, um vit vinna ella megna javnleik í kvøld og eisini, um tað í kvøld endar við, at vit tapa við einum máli, sigur Mattias H. Lamhauge.
-Eg taki allar dystir í sama álvara. Viðhvørt er minni at gera og viðhvørt er meiri at taka sær av. Í kvøld rokni eg við, at tað verður nógv at gera, sigur Mattias H. Lamhauge.
Silkeborg er á sætta plássi í landskappingini. Síðani á nýggjárinum hevur tað ikki gingið væl, tí Silkeborg hevur tapt allar fimm landskappingardystirnar, síðani tað í februar og eftir vetrarsteðg aftur varð farið at kappast.
Fyrsta bríksl millum Silkeborg IF og FC Fredericia verður klokkan 19.
Hini feløgini í hálvfinaluni eru FC Nordsjælland og AGF. Fyrra hálvfinalan teirra millum verður í Farum klokkan 16.30, og tann dystin ber tað til at síggja í DR2.