Mátti rinda eina bót upp á standandi fót

Bótin var upp á 2.000 krónur

Áki Bertholdsen
22. september 2024 kl. 10:26

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á krossinum ímillum Velbastaðvegin og Marknagilsvegin, har ein bilur, sum kom av Velbastaðvegnum ikki helt víkiskylduna og rendi á ein bil, sum kom eftir Marknagilsvegnum, sum er høvuðsvegurin.

Løgreglan sigur, at talan var um eitt útlendskt ferðafólk í einum leigubilili, sum kom av Velbastaðvegnum, og sum sostatt ikki helt víkiskylduna.

Av tí, at viðkomandi skuldi av landinum aftur fyrsta dagin vildi løgreglan hava málið avgreitt, áðrenn hann fór av landinum aftur - og tí varð málið avgjørt á staðnum. Útlendski ferðamaðurin játtaði seg sekan og fekk 2.000 krónur í bót, sum hann eisini rindaði upp á standandi fót.

Løgreglan sigur, at bilurin, sum varð ákoyrdur, fekk so stóran skaða, at hann fekk ikki koyrt, men mátti flytast av staðnum - men eingin fólkaskaði var.