Azamara Quest
Mátti bjarga ferðamanni av ferðafólkaskipi
Tað varð ein drúgv ferð hjá tyrluni
Áki Bertholdsen
9. juli 2024 kl. 07:56
Beint fyri døgurða í gjár ringdi skiparin av útlendska ferðafólkaskipinum, Azamara Quest til føroysku sjóbjargingina at boða frá, at eitt av ferðafólkunum, ein maður, varð illa fyri brádliga.
Skipið var tá einar 120 fjórðingar í ein útnyrðing úr Føroyum og sambært Marinetraffic var tað á veg úr Íslandi til Føroya, har tað skuldi ligið í Runavík nú.
MRCC sendi tyrluna eftir manninum og hann varð fluttur á Landssjúkrhúsið. Hetta var ein drúgv ferð hjá tyrluni tí øll bjargingin tók næstan hálvan triðja tíma.