Matt Le Tissier letur sín ambassadør-leiklut í Southampton frá sær

Fótbóltslegendan í Southampton, Matt Le Tissier, er ikki longur ambassadørur fyri felag sítt eftir eini umstrídd Twitter-boð um kríggið í Ukraina

í 2015 fekk Matt Le Tissier heiðursløn - One Club Man Award - áðrenn dystin millum Athletic Bilbao og Real Sociedad. (Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
8. apríl 2022 kl. 19:03

Matt Le Tissier valdi í hesi vikuni at lata ambassadør-leiklutin í Southampton frá sær. Hetta upplýsti hann sjálvur á Twitter.

– Til øll viðhaldsfólk hjá Southampton. Eg havi valt at gevast sum ambassadørur fyri Southampton, skrivaði Matt Le Tissier á sínum Twitter-vanga mikudagin.  

Seinastu tíðina hevur fyrrverandi stjørnan hjá The Saints, sum Southampton verður kallað, verið nógv í miðlunum fyri sínar útsagnir á Twitter, har hann millum annað hevur sett spurnartekn við koronakoppingarevni og avmarkingar.

Men eftir at hava endursend eini Twitter-boð fyrr í vikuni, har spurnatekn varð sett við, at miðlarnir høvdu logið um sivildrápini í Butja, fleyt bikarið yvir hjá mongum, sum setti eld í ein shitstorm móti honum, skrivar Sky News.

Seinni slettaði hann hesi boðini.

– Míni sjónarmið eru míni egnu, og tað hava tey altíð verið. Tí er tað týdningarmikið at taka hetta stigið, so undan slepst einum hurlivasa, skrivar hann á Twitter – í samband við, at hann letur ambassadør-leiklutin frá sær.

Matthew Le Tissier, ið er føddur á Guernsey, spældi í alt 444 dystir fyri Southampton og skoraði 162 mál fyri felag sítt.

/ritzau/