Matpakkar tiknir frá bilførarum

Bretskir bilførarar mugu venja seg við ein nýggjan gerandisdag, har tað millum annað ikki er loyvt at taka sín matpakka við til evropeiska meginlandið

Sigurjón Einarsson
12. januar 2021 kl. 07:50

Tað hevur havt stórar avleiðingar við sær, at Stórabretland ikki longur er partur av ES. Tað hevur millum annað gingið útyvir bretskar lastbilførarar og aðrar bilførarar, har hald hevur verið lagt á matpakkarnar hjá teimum.

Niðurlendskt sjónvarp hevur upptøkur av tollarum, sum leggja hald á matpakkar hjá lastbilførum og bilførarum, ið koma til evropeiska meginlandið við ferju, skrivar The Guardian.

Orsøkin er tann, at tað ikki longur er loyvt at taka kjøt- og mjólkarúrdráttur frá Stórabretlandi til ES eftir 1. januar í ár.

Sambært ES-kommissjónini, so er hetta bannið neyðugt, tí matvørurnar kunnu innihalda sjúkuelvandi bakteriur og annað, sum kann elva til munn- og kleyvasótt og svínasótt.