Matiné í Vesturkirkjuni leygardagin 21. august klokkan 11.30
Leygardagin verður matiné í Vesturkirkjuni við danska tónleikaranum og tónasmiðinum Christian Rønn
Tíðindaskriv
18. august 2021 kl. 20:21
Afturat at vera urguleikari, so arbeiðir Christian Rønn við nógvum ymiskum genrum innan elektroniskan tónleik. Hann hevur skrivað tónleik til fleiri filmar, millum annað til stumfilmarnar “Metropolis” og “The Battleship Potemkin”.
Christian hevur útgivið fleiri fløgur og spælt saman við nógvum navnframum tónleikarum innan elektroniska, alternativa tónleikarapallin sum Ikue Mori, Rhyse Chatham og Karsten Vogel.
Leygardagin 21. august klokkan 11.30 fer Christian í Vesturkirkjuni at kombinera orgultónleik við elektroniskan tónleik.